31-03-2014
Skúladepil í Marknagili
Betongarbeiðið í Marknagili er komið nakað áleiðis. Jørð- og kloakkarbeiðið er um at verða liðugt og nú er monteringsarbeiðið farið í gongd. Staðstoyptir veggir, betongelementir og stál verður monterað og byggingin tekur skap.
31-03-2014
Projekt Salt
Arbeiðið fyri Saltsilogrunnin er komið rættiliga í gongd. Í løtuni er tað jørð-, kloakk- og betongarbeiðið, sum verður gjørt. Uml. 15 mans starvast í hesi verkætlan í løtuni og tá stál- og timburarbeiðið fer í gongd verður hetta talið nokk tvífaldað.
01-03-2014
Skúlin á Giljanesi er nú endaliga avhendaður til byggiharran Vága kommunu. Stórsligin móttøka var hendan dagin og nógv fólk vórðu at hátíðarhalda dagin. TG Verk hevur verið høvuðsarbeiðstakari og vit eru sera væl nøgdir við samstarvið og endaliga úrslitið.
13-09-2013
Skúladepil í Marknagili
Arbeiðið við Marknagilsdeplinum er loksins farið í gongd. TG Verk hevði lægstu tilboðini uppá størstu arbeiðstøkurnar og í summar fór fyrsti parturin av
arbeiðstøku 1, (Jørð, kloakk, betong, betongelementir og stál) í gongd.
Jørð- og kloakkarbeiðið er komið rættiliga væl áleiðis og í næstum fer betongarbeiðið í gongd.